Register
*
*
*
*
1. Vanlig fráboðan av feili (verður sent við telduposti) Send ein teldupost til KTT@setur.fo (fyrr support@formula.fo) Skriva stuttan rámandi tekst um feilin í evnis-teigin. Upplýs: a. Navn og telefonnummar b. Lýs trupulleikan so væl sum gjørligt, t.d. - Á hvørjari deild/húsi er trupulleikin? - Er tað ein ella fleiri brúkarar, sum hava sama trupulleika? - Hvat fyri skipan er talan um (t.d. er einki samband við prentaran, tráðleyst samband, office e.t.)? - Hvussu vísir trupuleikin seg? Lýs í orðum og um til ber, so kanst tú seta mynd inn av skíggja, ið vísir feilboð. - Hvat hevur tú gjørt fyri at loysa trupulleikan? Við hesum verður uppgávan/fráboðanin sjálvirkandi skrásett starvsfólkið fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í. Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella hjá Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. Í nógvum førum kann trupulleikin loysast við at KT-vørður yvirtekur telduna úr fjarstøðu. Starvsfólkið kann eisini svara hesum telduposti við meira viðkomandi upplýsing um trupulleikan, ella taka áheitanina aftur.